Ólavsøkuframsýning við Jógvan K. Glerfoss í Perluni

Vit vilja vegin bjóða tær til eina frálíka listaframsýning við hinum evnaríka Jógvani K. Glerfoss!

Líka síðan barndómsárini hevur listin verið partur av hansara DNA. Pápin er kendur sum ein framúr portrettmálari, og við kendum listarfólkum sum Hans Jákup Glerfoss og Rannvá Kunoy í nærmastu familju, hevur Jógvan altíð verið umringaður av list.

Jógvan hevur málað og teknað síðan hann var heilt ungur. Og hann hevur altíð hildið fast við listina, hóast eina akademiska bakgrund innan KT og filmsvísindi. Í 2019 tók Jógvan aftur pensilin fram, og síðani tá hava hansara framsýningar verið væl eydnaðar, har listaverkini selja sum heit breyð.

Eitt afturvendandi tema í listini hjá Jógvani er menniskjað, og sambandið millum menniskju, sum verður lýst í abstraktum og hugvekjandi myndum.

Kom oman í Perluna og verð partur av hesi uppliving – har tú eisini fært høvi at heilsa uppá sjálvan listamannin og fordjúpa teg í hansara list.

Framsýningin hevur opið soleiðis:
- Ólavsøkuaftan 28. juli, kl. 15 – 19
- Ólavsøkudag 29. juli, kl. 14 – 19
- Týsdagin 30. juli, kl. 14 - 18

Ólavsøkuframsýning við Jógvan K. Glerfoss í Perluni

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
28
/
07
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Ólavsøkuframsýning við Jógvan K. Glerfoss í Perluni

Nær
Sunday
28
/
07
-
2024
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk