
Minniskonsert fyri Marnar
Í februar eru 10 ár liðin, síðani Marnar fór frá okkum. Tað fara vit at minnast við einum serligum tónleikakvøldi.
Saman við góðu vinmonnunum í Black Birds fer Árni at framføra sangir av fløgunum, sum Marnar og hann góvu út í 90’unum og fyrst í 2000.
Á skránni verða nógvir kendir slagarar sum Goggutíð, Eg slái á tráin, Do You Speak English, At vera sjómaður, Sangurin um Petur Kúll og Rumbul í familjuni.
Eisini verða nýggjari sangir sum Tá eg sá teg, Tú segði hey, Syng ein sang og Eg eri nummar eitt at hoyra.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld við góðum tónleiki, gomlum minnum og sangum, sum mong kenna og elska.
.png)

