
Maria og Bárður á Lakjuni í Reinsarínum
Mánakvøldið 21. juli kl 20 fara systkinabørnini at hava konsert saman í Reinsarínum í Tórsgøtu.
Maria og Bárður hava sungið
nógv saman, bæði á fløguútgávum og á palli - seinast í fullsettum Ribarhúsi á júst farnu Varmakeldustevnu í Fuglafirði.
Sangskráin hetta kvøldið verður eitt breitt úrval av bæði egnum tilfari og tilfari, sum onnur hava skrivað og givið út. Maria og Bárður fara at syngja nógv saman, men eisini verður pláss til onkra soloframførslu.
Við sær á pallin hava tey bæði góðar og royndar tónleikarar. Eyðun á Lakjuni á klaveri, Benjamin Djurhuus á guitara og bassi og Rógvi á Lakjuni á percussion.