.jpg)
Málningaframsýning og uppboðssøla
Leygardagin 24. februar, skipa ukrainar í Føroyum fyri mentanarligum tiltaki. Hetta er fyri at minna okkum á ta sorg og oyðileggingarnar, ið krígg førir við sær.
Ukrainska listakvinnan Albina Kokina, sýnir fram sínar málningar, og uppboðssøla verður av málningum hennara. Innkomni peningurin fer óskerdur til at stuðla fólki í Ukraina, ið tørva lívbjargandi heilivág og fyrstihjálparútgerð á hermaðarmótunum.
Øll eru vælkomin til ein seinnapart við málningaframsýning, upplestri, tónleiki og verkstovu saman við listakvinnuni.
Vit bjóða ein góðan drekkamunn við Ukrainskum køkum.
Vit síggjast í Perluni 24. februar kl. 15.00.
English
On February 24th the Ukrainian community in the Faroe Islands organizes an art event to remind us of the destruction and grief that war brings upon us and to support those who are still fighting for their freedom in Ukraine.
Albina Kokina, a Ukrainian artist, curates an art exhibition and an auction of her paintings to support the people in Ukraine.
Everyone is welcome to join for an afternoon of music, snacks, coffee, and a workshop with the artist.
See you at 3 pm at Perlan.