
Málningaframsýning Elisabeth á Bakka og Helen á Lakjuni
Fríggjadagin 3. mai letur upp forvitnislig málningaframsýning, við Elisabeth á Bakka og Helen á Lakjuni, í Smiðjuni í Lítluvík.
Fernisering verður fríggjadagin 3. mai kl. 15:30, til ferniseringina koma Tea og Magni á Lakjuni at hava eitt tónleikainnslag og tað verður okkurt leskandi til góman.
Hjartaliga vælkomin.
Tær báðar, Helen og Elisabeth, hava gott hugflog og handalag. At seta litir saman er, sum at fáa ein góðan dans við penslinum. Motivini eru fjølbroytt og hava tær til hesa framsýningina bæði arbeitt við abstraktum málingum, litføgrum kompositiónum og spennandi skapum.
Um tú ert forvitin at síggja hvat hesar báðar kreativu kvinnurnar hava at vísa, so er møguleiki nú tann 3. - 7. mai í Smiðjuni í Lítluvík.
Fríggjadagin 3. mai kl: 15:30 - 20:00
Leygardagin 4. mai kl: 12:00 - 19:00
Sunnudagin 5. mai kl: 14:00 - 19:00
Mánadagin 6. mai kl: 14:00 - 19:00
Týsdagin. 7. mai kl: 14:00 - 19:00
Helen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og uppvaksin í Fuglafirði í einum kreativum umhvørvi. Hon hevur altíð verið kreativ innan handverkslist og skapandi list - eitt nattúrtalent.
Í seinastuni hevur Helen lagt orku sína í málningalist. Í høvuðsheitum málar hon portretsmyndir, kropsformar og andlitsmyndir.
Elisabeth er mest kend sum frisør, stylist og make-up artist í gjøgnum 20 ár. Eftir loknað útbúgving sum marknaðarføringsøkonom í 2014, hevur hon starvast í kreativu fyritøkuni Sendistovan og Dekostovan. Hon er von við at skapa og halda penslum í hond, við sínum nógvum royndum sum make-up artistur. Tey seinnu árini hevur tað listarliga fingið meira pláss, í daglidegnum. Elisabeth málar abstrakt, anslitsmyndir og tekningar við kol.
Øll er hjartaliga vælkomin.