Lyft próvbyrðuna

Pallborðsfundurin "Lyft próvbyrðuna" verður í samband við pallsetingina av leikinum Prima Facie, sum á ein sterkan og rørandi hátt varpar ljós á rættarskipanina, og hvussu hon viðger mál um neyðtøku. Hesin leikurin hevur verið vístur í Perluni seinastu tíðina og hevur fingið sera góð skoðsmál.

Endamálið við orðaskiftinum mikukvøldið er at flyta kjakið út um leikpallin og inn í føroyska samfelagið, har spurningar um próvbyrðu, trúvirði og rættartrygd eru bæði álvarsamir og lívsneyðugir. Høvuðsevnið er, hvussu rættarsamfelagið Føroyar megnar – ella ikki megnar – at handfara tey menniskju, sum standa mitt í einari lívsskakandi sak.

Vit seta sjóneykuna á ta órættaðu: Hvussu verður tikið ímóti viðkomandi, hvørji amboð og skipanir standa klár at lofta, og hvør lyftir ta tungu próvbyrðuna í einum máli, har sannroyndir og søgur renna saman?

Við á pallborðsfundinum er eitt breitt úrval av felagsskapum og stovnum, sum hvør í sínum lagi hava innlit og ábyrgd á hesum øki: Javnstøðunevndin, Kvinnuhúsið, Sig Frá-verkætlanin í Ammr, Amnesty, Neyðtøkutilbúgvingin, umboð fyri Det Ferosche Compagnie og Frihedsbrevet.

Lyft próvbyrðuna

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
24
/
09
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Lyft próvbyrðuna

Nær
Wednesday
24
/
09
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk