List til eitt vist - Bacalao

Er Bacalao svarið uppá ein mentanardepil í Havn? Er tað á Bacalao, at tónleikarar endiliga fáa venjingarhølir? Er tað á Bacalao, at filmsvinnan fer at kunna savnast? Ella hvussu við einum framsýningarhøli til samtíðarlist? Hvussu kann hetta gerast? Hava vit yvirhøvur ein tørv á mentanarhølum? Hesi verða nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í Perluni fríggjakvøldið 26. januar klokkan 20:00.

Seinasta tiltakið snúði seg um leiklist. Hesa ferð venda vit eyguni móti Bacalao sum ein møguligan mentanardepil. Tiltakið er soleiðis skipað, at Bárður Dal Christiansen, arkitektur og listamaður, fer at greiða frá, hvussu vit kunnu gera Bacalao til ein mentanardepil.

Síðani verður eitt kjakpanel, sum fer at kjakast um alt frá arkitekturi og venjingarhølum til samtíðarlist og filmsvinnu. Og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Panelið hesa ferð:
- Jón Hammer, umboð fyri filmsvinnu
- Dánjal á Neystabø, umboð fyri tónleik
- Jón Sonni Jensen, umboð fyri myndlist og aðra list
- Annfinn Brekkstein, umboð fyri Tórshavnar Kommunu

Rólant Waag Dam, journalistur, er orðstýrari.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

List til eitt vist - Bacalao

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
26
/
01
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

List til eitt vist - Bacalao

Nær
Friday
26
/
01
-
2024
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk