Lea Kampmann - Seinferð við fullum bólki

Lea og Aulan í Finsen eru eitt perfekt match. Og tey, sum hava upplivað Leu í Auluni, vita akkurát, hvat vit tosa um. Eina samanrenning, har nærveran og tónleikurin veruliga kemur til sín rætt.

Nú spælir Lea ta fantastisku og rørandi útgávuna Seinferð, har tekstir og tónleikur spæla saman á ein hátt, sum fer beint í hjartað. Tað er nakið. Tað er inniligt. Og hetta verður ein løta, sum tú helst ikki hevur upplivað fyrr í Føroyum.

Sum tann perfekta sloyfan fyri verkið, so hevur Teitur Lassen framleitt útgávuna – og tað hoyrist, at her er kelað fyri tónleikinum niður í minstu detalju.

Og so er tað Lea sjálv. Røddin, sum hevur fingið fólk at tára – meira enn einaferð. Tí tá Lea syngur, so er tað beint frá hjartanum, og hon leggur sál í hvønn einasta tóna.

Og hesaferð spælir hon við fullum bólki, so tað verður ikki betri.

Hetta er ein av teimum konsertunum, sum tú bara mást fara til. So keyp atgongumerki nú, áðrenn tað verður útselt.

Lea Kampmann - Seinferð við fullum bólki

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
16
/
11
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
250
kr.

Lea Kampmann - Seinferð við fullum bólki

Nær
Sunday
16
/
11
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
250
kr.

Onnur tiltøk