Kyn og samleiki. Hvat vita vit í dag?

Mikukvøldið varpa vit ljós á evnið kyn og samleiki. Tiltakið verður í Perluni  frá klokkan 19 til 21. Á skránni er bæði fyrilestur, upplestur og tónleikaframførslur.

Á tiltakinum, sum Elsa Berg, borgarstjóri, setur, fer Sigga Birna Valsdóttir at halda fyrilestur um kyn og samleika í dag.

Hvørjar eru avbjóðingar, og hvussu kunnu vit loysa tær? Eisini fer hon at tosa um, hvørjar avleiðingar minnilutastrongd hevur fyri sálarheilsuna.

Síðani 2009 hevur Sigga Birna starvast sum ráðgevi og terapeutur, har hon serliga hevur arbeitt við ungum tvørkyndum. Sigga Birna hevur ráðgivið hundraðtals fakfólkum innan útbúgvingar-, sosial- og heilsuøkið um kynssamleika og kynsligt fjølbroytni hjá børnum og ungum, kynsliga sannføring, og hvussu ein kann skapa eitt meira kynsinkluderandi umhvørvi. Eisini hevur hon arbeitt nógv við at stuðla og vegleiða í arbeiðinum við børnum og ungum, sum ikki fylgja vanligum kynsnormum.

Á tiltakinum verður forkunnugur upplestur og tónleikur. Ein av okkara virknastu rithøvundum, Marjun Syderbø Kjelnæs, fer nevniliga at lesa nýskrivaðan skaldskap, og Leo og Ása fara at framføra.

Eisini verður ein góður drekkamunnur, og høvi verður at seta spurningar og práta saman.

Kyn og samleiki. Hvat vita vit í dag?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
06
/
05
kl.
7:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Kyn og samleiki. Hvat vita vit í dag?

Nær
Wednesday
06
/
05
-
2026
kl.
7:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk