Kristian Koch - Lær at framføra

Vilt tú læra, hvussu tú fangar og heldur uppmerkseminum hjá fjøldini frá byrjan til enda? Læra at gera ein fangandi setlista? Og at brúka kropsmál og rørslur, so framførslan verður meir spennandi? Jamen, so hava vit góð tíðindi! Tí nú kemur eitt tað størsta navnið í Skandinavia, Kristian Koch, til Føroyar at vísa tær, hvussu mann ger akkurát tað.

Kristian hevur ráðgivið fleiri av fremstu tónleikarunum í Danmark. Við 20 ára royndum í tónleikavinnuni, so er hann ein av absoluttu svervektarunum innan økið í Skandinavia.

Í 2021 var hann við til at gera størstu konsertina í Evropa. Hann hevur ráðgivið meir enn 3000 tónleikarar og bólkar. Og í løtuni arbeiðir hann saman við Minds Of 99, sum fyrireika seg til eina søguliga upptraðkan frammanfyri 150.000 áskoðarum í Parkini í 2024.

Nú er tað títt tørn!
Nú fer Kristian at deila sína virðismiklu vitan og teknikkir við teg! Hetta eru amboð, sum hava hjálpt óteljandi tónleikarum at fáa fantastiskar framførslur.

Aftaná verkstovuna veit tú, hvussu tú fangar og heldur uppmerkseminum hjá fjøldini frá byrjan til enda. Tú lærir eisini kynstrið at gera ein setlista, sum heldur uppmerkseminum hjá áhoyrarunum. Og tú lærir eisini at gera tína framførslu áhugaverda við rørslum og kropsmáli

Skráin
Verkstovan byrjar kl. 15:00 við fyrilestri. Síðani verður ein masterclass, har Kristian ráðgevur Marius Ziska og Marionnu Winter, meðan tey framføra á pallinum. Hetta ger, at tú kann fylgja við í salinum og síggja við egnum eygum, meðan bólkarnir verða betri til at framføra.

Tórsgøta skipar fyri tiltakinum í samstarv við Sam Starv, Føroya Tónleikarafelag og FMX.

Kristian Koch - Lær at framføra

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
24
/
03
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Kristian Koch - Lær at framføra

Nær
Sunday
24
/
03
-
2024
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Onnur tiltøk