
Konsert við rútmiskum bólkum úr Tórshavnar Musikkskúla
Orka, spæligleði og framtíðin. Hetta eru lyklaorð, tá rútmisku bólkarnir úr Tórshavnar Musikkskúla fara á pall.
Ungu tónleikararnir hava lagt nógvar tímar í at venja, og nú eru tey klár at deila spæligleðina við okkum øll.
Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.


