Konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi, rútmisk deild

Aftur í ár verður konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi. Sama ger, um tað er rokkur, jazzur, r’n’b ella okkurt fjórða – hesi ungu tónleikatalentini duga tað heila. Tá tey ikki eru til arbeiðis ella í skúla, finnur tú tey í venjingarhølunum á musikkskúlanum, strembandi eftir at duga enn betri enn í gjár.

Tey hava snikkað saman eina heilt serliga tónleikaskrá til høvið og eru spent at vita, hvussu væl tær dámdi konsertina! Tey koma úr nærum øllum hornum í landinum – úr Vági, Klaksvík, Kvívík, Vestmanna, av Toftum, úr Fuglafirði og Havn – so nú er ikki at setast aftur, tí tað kann meir enn so vera, at millum hesi ungu finnur tú tann næsta Jimi Hendrix ella Arethu Franklin!

Lærarar: Ólavur Eyðunsson Gaard og Pauli Reinert Poulsen

Konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi, rútmisk deild

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
13
/
12
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi, rútmisk deild

Nær
Saturday
13
/
12
-
2025
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk