
Konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi, klassisk deild
Aftur í ár verður konsert við næmingum á Musikkskúlamiðnámi. Á skránni verða klassiskar perlur eftir víðagitnum tónaskøldum so sum Chopin, Bruch, Roussel og fleiri.
Tá tey ikki eru til arbeiðis ella í skúla, finnur tú tey í venjingarhølunum á musikkskúlanum, strembandi eftir at duga enn betri enn í gjár. Ungu tónleikatalentini hava snikkað saman eina heilt serliga skrá til høvið og eru spent at vita, hvussu væl tær dámdi konsertina! Tey koma úr nærum øllum hornum í landinum – úr Vági, Klaksvík, Kvívík, Vestmanna, av Toftum, úr Fuglafirði og Havn – so nú er ikki at setast aftur, tí tað kann meir enn so vera, at millum hesi ungu finnur tú tann næsta heimskenda virtuosin!
Klaverfylgispæl: Mattias Kapnas
.jpg)

