
Konni Kass í Auluni í Finsen
Fleiri ár eru liðin, síðani Konni Kass seinast stóð á føroyska tónleikapallinum, men nú verður høvi at hoyra føroysku songkvinnuna og tónaskaldið aftur - hesaferð við einari nærverandi og hugnaligari konsert í Auluni í Finsen hósdagin 24. juli.
Kend fyri sínar melodisku sangir og dreymakendu klangir fer Konni Kass at spæla eina inniliga konsert við útvaldum sangum frá plátunum Haphe og Diplopia. Lurtarin fær møguleikan at hoyra løgini soleiðis, sum tey eru vorðin til. Tað verður lætt og leikandi við plássi fyri tí einfalda.
Við á pallinum hendan dagin verða Torleik Mortensen og Hilmar Kass. Konsertin verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva tónleikin hjá Konni Kass heilt nær.
Um Konni Kass:
Konni Kass trein inn á føroyska tónleikapallin við útgávuni Haphe í 2016. Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur. Í 2021 kom onnur útgávan, Diplopia, ið Jens L. Thomsen framleiddi, sum m.a. hevur verið at hoyra á donsku útvarpsrásunum P3 og P4. Konni Kass hevur eisini verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi og hevur spælt á stórum, útlendskum festivalum sum Eurosonic, Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival.