
Klassisk meistaraverk - live í Auluni í Finsen
Ein serlig løta við tveimum framúr tónleikarum:
Monika Stauss Joensen, violin
Jóhannes Andreasen, flygil
Á skránni eru tvær perlur í klassiska kamartónleikinum:
• Ludvíg van Beethoven – Sonata fyri klaver og violin nr. 1, D-dur
• César Franck – Sonata fyri violin og klaver, A-dur
Hesar báðar sonaturnar eru millum tey vakrastu verkini fyri violin og klaver. Her eru instrumentini javnsett – ein livandi dialogur, har tónleikurin flytur seg frá lívligum og kraftmiklum til lyriskar og inniligar løtur.
Beethoven-sonatan (op. 12 nr. 1) er skrivað 1797–98 og er fyrsta í røðini av hansara violinsonatum. Hon er í trimum satsum: ein lívlig byrjan, ein melodiøsur miðsatsur við variatiónum og ein frísk og lívsglað finala.
Franck skrivaði sína sonatu í 1886 sum brúdleypsgávu til víðagitna violinistin Eugène Ysaÿe. Verkið er í fýra satsum og er kent fyri sítt inniliga og dynamiska samanspæl, sum mennist frá mjúkum og lyriskum til kraftmiklum og brúsandi – og endar bjart og lívsjáttandi.
Konsertin er uttan steðg og varir umleið ein tíma.
Tiltakið verður stuðlað av Konsertfelagnum.


