.jpg)
Klædnamarknaður
Eftir eina risa succes seinast, gera vit tað sjálvandi aftur! Leygardagin 31. januar kl. 10:30 –15:30 verður tað vafflur, kaffi og góður stemningur, tá vit fylla Perluna og Reinsaríið við góðum og bíligum klæðum!
Hetta er staðið og dagurin, har øll eru vinnarar:
• Tú, sum ruddar út og gevur klæðunum nýggjan eigara
• Tú, sum sparir eina rúgvu við at keypa endurnýtslu klæðir
• Tú, sum kanska finnur títt nýggja yndisplagg
• Og umhvørvið, sum verður tað minni belastað, tá vit endurnýta.
So tak vinfólkini við, drekk eitt góðan kaffimunn afturvið vælsmakkandi vafflum. Njót stemningin og ger ein góða gerð bæði fyri teg sjálvan og fyri okkara bláu planet.
Klædnamarknaður í Perluni og Reinsarínum, leygardagin 31. januar kl. 10:30–15:30.


