Kammerkór Norðurlands
Kammerkór Norðurlands er eitt íslenskt kamarkór frá Akureyri, sum vitjar fyri aðru ferð í Føroyum. Í kórinum eru 22 sangarar, og tey syngja a capella tónleik.
Tónleikaskráin hjá Kammerkór Norðurlands á hesum sinni er amerikanskur kórtónleikur. Vald eru bæði nýggj verk eftir Eric Whitacre, Jake Runestad, Ola Geilo, René Clausen og Morten Lauridsen og fólkasangur, átrúnalig lög (spirituals) og væl útsett popplög hjá Billy Joel og Paul Simon.
Kórleiðarin er Guðmundur Óli Gunnarsson. Hann er tónleikastjóri í Symfoniorkestrinum á Suðurlandinum og hevur leitt Kammerkór Norðurlands síðani ár 2000. Hann stjórnaði Symfoniorkestrið á Norðurlandi frá 1992-2013 og Kammerorkestrið Caput í 18 ár. Eisini hevur hann verið tónleikaleiðari fyri Íslensku Operuna í 5 ár og stjórnað Íslenska Symfoniorkestrinum og Kammerorkestrnum í Reykjavík. Kórvirksemi hevur hann altíð havt við síðinar av og verið sera virkin innan fyri íslenskan kórtónleik eins væl sum stórar kórstevnir uttanlanda.
Kórið er samansett av tónleikarum, sum koma frá øllum Norðurlandinum heilt frá Kópaskeri, Húsavík og Akureyri og var upprunaliga stovnað til at flyta íslensk kórverk, og hevur kórið tríggjar útgávur á baki.