
Jólaljóð
Í desember bjóða Jólaljóð til hugnaliga jólakonsert á Reinsarínum!
Á skránni eru vøkur jólaløg og útvaldir sálmar, sum skapa eina serliga og hugnaliga løtu mitt í jólatíðini.
Jólaljóð er ein spennandi samanseting av tónleikarunum Leu Kampmann, Elinborg Pálsdóttir, Biritu Dam og Leo Lávík, sum framføra eina røð av jólakonsertum kring landið.
Konsertin á Reinsarínum verður einasta høvið at uppliva Jólaljóð í Havn, so kom og njót eina hugnaliga løtu við livandi jólatónleiki.


