
Jólakonsertin á Reinsarínum – Tað er her, at jólini byrja!
So er tann árliga jólakonsertin á Reinsarínum aftur, har angin av gløgg, grann og brendum mandlum fyllur rúmið. Tú merkir kavan í luftini, smílið í munnvikunum og gleðina av at vera saman við tínum nærmastu. Aftur í ár verður pallurin fyltur við jólahita, nærveru og teimum bestu jólaløgunum.
Í ár verða tað Elinborg Pálsdóttir, Fríði Shitboy og Kristel Lisberg, sum leggja sál og hjarta í sangin. Og við sær hava tey eitt ordiligt jólalandslið av tónleikarum: Høgni Lisberg, Dánjal á Neystabø, Torleik Mortensen og Benjamin Petersen.
Hetta er nøkur vanlig ella typisk konsert. Hetta er konsertin, sum tú fer at minnist aftur á, tá tú situr og pakkar jólagávur upp jólaftan.
Tú minnist kanska eisini, hvussu skjótt hesar konsertirnar verða útseldar, og tí mást tú spyrja teg sjálvan: Tími eg virkuliga at vera tann, sum seinni fer at ergra seg og hugsa: “Eg burdi verið farin á konsertina! Øll tosa um, hvussu gott og hugnaligt tað var”?.
... so tað er bara eitt at gera: Gev tær sjálvum eina væl uppiborna jólagávu longu nú, áðrenn onkur annar fer avstað við tínum atgongumerki.


