
JÓLAKLINGUR
Kom og njót eina løtu, har tríggjar ungar kvinnurøddir syngja yndisligan jólatónleik við undirspæli á flygli. Allar kvinnurnar hava verið nógv virknar á føroyska tónleikapallinum, men hetta er fyrstu ferð, at hesar fýra framføra saman – sum tær gleða seg til.
Beinta Ingeborg Greve syngur sopran. Í løtuni lesur hon klassiskan sang á Listaháskóla Íslands. Sanna Bæk Hoydal syngur sopran. Hon hevur gingið á musikkskúlamiðnámi í Havn og syngur í løtuni við bólkum sum t.d. Annika Hoydal, Guðrun og Bartal og Tarira. Borgfríð Fonsdal Johannesen syngur mezzosopran. Í løtuni lesur hon sangleik á Institute of the Arts Barcelona. Julia Fonsdal Højgaard spælir flygil. Hon er klaverleikari frá føroyska musikkskúlanum, umframt at hon er organistur.
Á konsertini verða m.a. stykkir eftir Carl Nielsen, Gustaf Nordqvist, Martin Joensen og The Real Group framførd.
Verið vælkomin!
Longd: 45 min
Kostnaður er 150 kr


