Jazzygold útgávukonsert
Kom til eina serstaka útgávukonsert við jazzygold í Perluni!
Tann 15. februar 2025 verður Perlan karmur um eina serstaka konsert við jazzygold, ið nú endiliga fer at spæla heima, eftir at hava ferðast runt í Evropa við sínum tónleiki. Hetta kvøldið fer hon at hátíðarhalda útgávuna av síni debut-EP, it’s been a while, sum verður útgivin dagin fyri, tann 14. februar. EP’in it’s been a while er ein søga um tilveru, kenslur og samleika. Hon inniheldur seks sterkar sangir, ið varpa ljós á ferðina hjá jazzygold gjøgnum lívið – frá røtrunum í Føroyum og Kenya og til hennara nógvu upplivingar í heiminum. Sangirnir spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og r&b. Millum teirra eru “homerun,” “ex-friends,” og tað nýggjasta staklagið ‘’gold’’.
jazzygold er longu eitt kent navn uttanlands og hevur framført á stórum pallum í Bretlandi, Íslandi, Hollandi og Noregi. Hon hevur bygt sær eitt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tað svárasta, og hetta hevur eisini givið henni eina tilnevning til FMA 2024 fyri “Ársins spíri’’. Á kvøldinum í Perluni verður eingin løta tilvildarlig. Marius DC syrgir fyri, at stemningurin verður á toppi bæði undan og aftaná konsertina við sínum DJ-setti, sum skapar tann rætta stemningin fyri eitt kvøld, ið snýr seg um tónleik og nærveru.
Hetta er bara byrjanin á einum spennandi 2025 fyri jazzygold – men byrjanin byrjar her, saman við tær, í Perluni. Kom og uppliv eina einastandandi tónlistarliga ferð og hátíðarhald við jazzygold og boblum.