
Jakobina í Auluni í Finsen
Tá tú traðkar inn í Auluna í Finsen, merkir tú beinanvegin hugnaliga og heimliga stemningin. Her leggja vit skermarnar frá okkum og geva okkum stundir at vera til staðar – saman við tónleiki, orðum og nærveru.
Jakobina fer at geva okkum eitt inniligt kvøld við løgum frá Gluggamynd og Rensl, umframt staklagið Læra vit nakrantíð. Við sær á pallin hevur hon Fróða Vestergaard og Páll Holm Lava, sum eru kendir frá væl umtókta bólkinum Deiggj.
Vit fara á eina ferð gjøgnum føroyska yrkingaheimin við Jóanesi Nielsen, T.N. Djurhuus, Kára P., Róa Paturssyni og øðrum.
Jakobina hevur skrivað nøkur av løgunum, bróðurin Palli fleiri, umframt at onnur fólk eisini hava sett løg til tekstirnir, sum verða framførdir. Onkur løg hava systkini bæði skrivað í felag, har eitt tað kendasta man verða Til Boga og allar nýføðingar í verðini.
Felagsnevnarin fyri alt kvøldið er, at teksturin stendur í miðdeplinum, væl ballaðar inn í eitt tónleikaligt univers, har alt andar og gevur meining. Her er kelað fyri smálutunum, og onki er tilvildarligt. Hetta eru livandi samfelagslýsingar, náttúrulýsingar og søguligar frásagnir.
Eitt autentiskt kvøld við nostalgi og nærveru, har samspælið millum menniskju er í sentrum.
Tað er avmarkað pláss, so tryggja tær atgongumerki í góðari tíð.