Ítrottartingið 2024
Hóskvøldið 23. mai frá kl. 19.00-21.30 verður Ítróttatingið 2024 í Auluni í Finsen í Havn. Ítróttatingið er alment ókeypis tiltak, tó er neyðugt við tilmelding á atgongumerki.fo.
Undir yvirskriftini “Genturnar, kvinnurnar og tær bestu” verður kvinnuítrótt sett á breddan. Við trimum framløgum ynskja vit at viðgera luttøku og fráfall millum kvinnuligar íðkarar. Hví gevast fleiri gentur enn dreingir við at íðka í tannárunum? Og hví velja fleir kvinnuligir íðkarar úrvalsleiðini frá? Í hvønn mun ávirkar sosiala umhvørvið í felagsskapinum, familja, vinir og onnur frítiðarítriv, og hvussu uppliva gentur økta kapping og trýstið, sum ofta fylgir við?
Christina Roslyng er millum røðarnar á Ítróttatinginum ’24. Christina er kend sum vinstri vongur á danska kvinnulandsliðnum í hondbólti, og eigur hon bæði OL og Evropeiskt gull frá ávíkavist ár 2000 og 2002. Seinastu árini hevur Christina Roslyng verið liðleiðari á danska kvinnulandsliðnum, har hon m.a. hevur havt ábyrgd av at skapa eitt sálarligt trygt umhvørvi millum leikararnar. Hesa tíðina hava tey megnað at skapa eina mentanarbroyting, har tað hóast stórkrøv til avrik, eisini er pláss til sárbærar kenslur.
Vit hoyra eisini framløgu hjá Eyðvør Klakstein, ið vit kenna frá KÍ og føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, har hon viðgerð fráfall millum úrvalsíðkarar og manglandi kvinnuligar fyrimyndir. Og áðrenn farið verður til kjak, hugleiðir Mark Lausen-Marcher um tilgongdina hjá HSF til gentur og kvinnur í føroyskum hondbólti.
Skrá:
Kl. 19:00 : Vælkomin
Kl. 19:15 : Eyðvør Klakstein
Kl. 20:00 : Christina Roslyng - umvegis Teams
Kl. 20:30 : Mark Lausen-Marcher
Kl. 21:00 : Kjak