Ísrael umboðar ikki allar jødar

Í samband við áhaldandi ófrið og politiskar spenningar í Miðeystri, og við hørðum kjaki bæði í Føroyum og aðrastaðni, verður hetta tiltakið hildið fyri at seta sjóneykuna á spurningin: “Umboðar Ísrael allar jødar?”

Endamálið er at varpa ljós á munin millum jødadóm sum trúgv og politisku støðuna hjá ísraelsku stjórnini. Fleiri jødar hava ymisk politisk sjónarmið í mun til Ísrael, og tað er ikki ein sjálvfylgja, at jødisk trúgv og politisk støða til Ísrael eru tað sama. Tað verður eisini lagt fram, hvussu kritikur av ísraelska statinum ikki er tað sama sum antisemitisma.

Luttakarar

- ”Jødar Fyri Rættvísum Friði (JFRF)” – ein danskur felagsskapur við jødum, sum arbeiða fyri eina friðarloysn í Ísrael/Palestina grundað á altjóða lóg og mannarættindi. Felagsskapurin tekur frástøðu frá zionismu og virkar fyri somu rættindi og virðing fyri bæði palestinar og jødar. Les meir um felagskapin á www.jfrf.dk

- Ethan Nowack (tey/teirra): tónleikari, granskari og limur í JFRF. Ethan hevur familju- og felagsskapssiðvenju í jødiskari radikalismu og antizionismu, og hevur í mong ár verið virkin í palestina-samhugarørslum bæði í Keypmannahavn og Seattle.

- Gleði Kummer (hon/tey): limur í JFRF og praktiserandi religiøs jødi. Gleði hevur í fleiri ár verið virkin í progressivu synagoguni í Keypmannahavn og seinni sum partur av arbeiðinum hjá JFRF.

Ethan og Gleði fara at hava eina framløgu. Aftaná verður møguleiki fyri spurningum og kjaki.

Moderator: Sigri M. Gaini, PhD í politiskari filosofi

Fyriskiparar: Samhugi við Palestina.

Ísrael umboðar ikki allar jødar

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
21
/
09
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Ísrael umboðar ikki allar jødar

Nær
Sunday
21
/
09
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk