Hvørjum angar rúmdin av?

Mánakvøldið 10. august kl. 20.30 verður forkunnug útgávukonsert í auluni í Finsen, har høvi verður at hoyra løgini av útgávuni 'Hvørjum angar rúmdin av?, sum varð givin út á Tutl mikudagin 13. mai í ár.  

Talan er um nýklassiskan tónleik fyri klaver og sopran, sum tónaskaldið Kári Jacobsen hevur skrivað, og tað er Kári sjálvur og virðislønta føroysk-norska sopranin Hanne Marit Mordal Iversen, sum fara at framføra á konsertini.

Tónleikastílurin flytir seg frá siðbundna til tað meiri eksperimenterandi, nútímans og óbundna sniðog úttrykk. Tekstirnir eftir Urd Johannesen fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum kæru, til meira abstraktar hugaroyndir, ið føra okkum út í óendaligu rúmdina.

Við sær á ferðini til Føroyar hevur Hanne Marit klaverleikaran Damien Heemskerk og tey fara at framføra '3 songar til dikt av Åse Marie Nesse' eftir norska tónaskaldið Ragnar Söderlind og 'Trois poemes de Mallarmé' eftir franska Maurice Ravel. Eisini verður okkurt at hoyra úr fyrru útgávuni hjá Kára Jacobsen og Urd Johannesen, 'Rangvørg' sum kom út í 2023.

Hvørjum angar rúmdin av?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Monday
10
/
08
kl.
20:30
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Hvørjum angar rúmdin av?

Nær
Monday
10
/
08
-
2026
kl.
20:30
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Onnur tiltøk