Hví skammast um at hoyra illa?
Hví skammast vit um at hoyra illa? Hví gongur ofta alt ov long tíð frá tí, vit varnast trupulleikan, til vit gera nakað við hann og fáa okkum hoyritól? Og hvør er í veruleikanum munurin á at brúka brillur og hoyritól?
Sambært WHO eru meiri enn 80% av øllum hoyriskaðum óviðgjørdir. Ein av stóru orsøkunum er stigmatiseringin av niðursettari hoyrn og hoyritólum, sum ger at fólk aftra seg við at leita sær hjálp. Óviðgjørdur hoyrimissur kann hava álvarsligar fysiskar og sálarligar fylgjur, og tí er tað sera umráðandi, at vit gera nakað fyri at broyta henda óneyðuga og skaðiliga hugburð, so fólk kunnu fáa røttu viðgerð og hjálp til ein betri gerandisdag og lívsgóðsku.
Hoyrnin hevur seinastu 15 árini hjálpt túsundtals føroyingum til ein betri gerandisdag og hevur tíbetur eisini gjørt tað lættari og meiri natúrligt at fáa sær hoyritól. Men enn er ikki komið á mál við avstigmatiseringini, og sum eitt stig á leiðini skipar Hoyrnin fyri almennum tilaki um týdningin av hoyrnini, og hvussu lætt tað í veruleikanum er at fáa hjálp. Tí eitt hoyritól er ikki eitt stórt ting – tvørturímóti er tað eitt elalítið, snøgt og snilt tól, sum kann gera allan munin.
Tiltakið er fyri øll, sum kenna onkran ella sjálvi hava varnast, at hoyrnin er farin at bila. Eisini um tú longu hevur hoyritól, og vilt vita meira um nýggjastu gransking og tøkni.
Skrá:
“Hoyrnin, ein av týdningarmiklu sansum okkara” - Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari, um granskingarverkætlan í Tórshavnvar kommunu
“Stigma og avstigmatisering” - Jan Willemose, sálarfrøðingur, greiðir frá síni persónligu ferð frá at varnast trupulleikan til at leita sær hjálp til ein betri gerandisdag.
"Hvat um tað fanst eitt hoyritól, ið skilti, hvørjum tú helst vilt lurta eftir?" - Lars Gertsen frá Oticon greiðir frá um nýggju Oticon Intent™ hoyritólini við slóðbrótandi tøkni.
Tiltakið er ókeypis og Hoyrnin bjóðar okkur gott til góman. Í sambandi við tiltakið verður møguligt at bíleggja tíð til ókeypis hoyriroynd og at sleppa at royna nýggju Oticon Intent™ hoyritólini