Kjakfundur á Reinsarínum

Hví er alt so dýrt? Tað er ein spurningur, sum flestu føroyingar seta sær, tá teir m.a. fara til handils, skulu leiga ein bústað ella keypa eini hús. Tí hava vit sett okkum fyri at finna útav, hvat vendir upp og niður í samband við høga prísvøksturin seinastu tíðina.

3. februar, kl. 19:00 verður kjakfundur á Reinsarínum, har vit fáa innlit í støðuna. Vit fara at kjakast og sparra. Og tú sleppur eisini til orðana, um tú hevur eina viðmerking ella spurningar til panelið. Og vónandi finna vit eisini fram til ymiskar loysnir, so vit fáa vent gongdini.

Panelið er mannað av fimm persónum, sum umboða ymiskar síður av støðuni:

Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur.
Sonju Jógvansdóttir, samskipara hjá Samtak.
Høgna Hoydal, politikari og hevur innlit í príseftirlitið.
Niels Winther, stjórá á Vinnuhúsinum.
Súna Selfoss, forfólk hjá Starvsfelagnum.

Beinta Løwe er orðstýrari.

Hví er alt so dýrt? - Kjakfundur á Reinsarínum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
03
/
02
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Hví er alt so dýrt? - Kjakfundur á Reinsarínum

Nær
Saturday
03
/
02
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk