
Hvat inniber ein ungdóms sálarheilsu sjúkrabilur?
Verðin verður skapt av nýggjum hvønn dag, og við tí í huga fara vit í Sinnisbata Ung at skipa fyri okkara árligari introkafé í Perluni 10. mai við heitinum: "Hvat inniber ein ungdóms sálarheilsu sjúkrabilur?", har ið vit opna upp fyri sárbæri. Á skránni verður upplegg um okkara virksemi í Sinnisbata Ung við serligum denti á okkara yrkingasavni, upplegg frá móðurfelagnum Sinnisbata um føroysku verkætlanina Headspace og síðani ein workshop um ung og sálarheilsu. Vit enda kvøldið við einum braki, har ið nýggi ungi tónleikaspírin "Mað(k)ur", ið Sølvi Næs Hoydal stendur aftanfyri, og síðani sjálvastu RSP beiggjarnir koma at spæla fyri okkum.
Kom framvið og fá tær ein kaffimun og bláa kaku for when you´re feeling blue. Uppliv upplýsandi kortini um okkara virksemi og sálarheilsu í Føroyum, ella tak lut í workshoppini um ung og sálarheilsu. Vit ynskja at hoyra TÍNA rødd. Hála vinin við tær oman og ver við til at skapa eitt trygt rúm."
Skrá
kl. 19 - Vælkomin
kl. 19.10 - Upplegg um okkara virksemi í Sinnisbata Ung við serligum denti á okkara yrkingasavni
kl. 19.30 - Pausa
kl. 19.40 - Upplegg frá Sinnisbata um føroysku Headspace verkætlanina
kl. 20.00 - Konsert við Mað(k)ur (Sølva Næs Hoydal). Her verur pitsa eisini at fáa
kl. 20.30 - Workshop um ung og sálarheilsu
kl. 21.30 - Konsert við RSPVit í Sinnisbata Ung