Hoym í Auluni í Finsen

Hoym sá dagsins ljós, tá tær tríggjar, Elinborg Pálsdóttir (FO), Lea Kampmann (FO) og Katrín Ólafsdóttir (ÍS), hittust á Rytmiska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Tær hava allar tríggjar fleiri solo-útgávur aftanfyri seg, men á hesi útgávuni, savna tær raddirnar í eini felags verkætlan, sum er grundað á kvinnuliga orku, nærveru og felagsskap. 

Hoym hava givið út eina EP við seks løgum á føroyskum og íslendskum, sum eru skrivað og upptikin í Íslandi. Løgini hava røtur í fólkatónleiki og akustiskum ljóðførum, og sangirnir snúgva seg um tilknýti, kenslur og samband tvørturum mál og landamørk.

- Tað kendist natúrligt at skriva á uppruna málum okkara, føroyskum og íslendskum. Ein heiðran til upphaviđ sum samstundis menti okkum í einari felags ljóðmynd, sigur trioin. 

- Avtrat útgávuni spæla vit eisini nýggj løg, sum eru á veg, og nøkur eldri løg hjá hvørjum øðrum. Hetta gera vit live, so hvør konsert verður eitt heilt serligt samanspæl av nýggjum og gomlum, siga tær tríggjar.

Løgini eru upptikin live – tær tríggjar savnaðar um eina mikrofon, við hvør sínum akustiska gittara, fyri at varðveita nærveruna og inniligu løtuna, sum varð skapt í rúminum.

HOYM framførir í Auluni í Finsen tann 1. februar.



Hoym í Auluni í Finsen

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
01
/
02
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
250
kr.

Hoym í Auluni í Finsen

Nær
Sunday
01
/
02
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
250
kr.

Onnur tiltøk