Helgi Midjord - Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Helgi Midjord er listamálari og eisini kendur fyri framúrskarandi høggmyndirnar, ið hanga í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Eisini hevur hann gjørt standmyndir, ein stendur úti í Hoyvíkstjørn, og ein bonk í viðarlundini í Fuglafirði, ið bleiv gjørdur til seinastu drotningavitjanina. Helgi er eisini kendur frá tónleikleikalívinum sum gittarspælari og sangari.

Hansara sermerktu málningar eru av motivum, sum í flestu førum ikki finnast í veruleikanum, men spretta úr hugaheimsins fjalda dýpi ella sálarligum speglingum - materialiseraðar í málningalistini - tíðar- og staðleysar, og einans koma til lívs og geva meining í sálarligu speglingunum hjá tí einstaka, ið sær og upplivir málningin/-arnar.

Helgi hevur annars útstillað m.a. í Aarhus og verið við til at gjørt scenografi fyri Disney Channel í Stokkhólmi í 2008. Seinastu ferð, ið Helgi hevði framsýning var í 2011. Nú fáa føroyingar høvi at síggja flottu listaverkini hjá Helga Midjord í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin er opin: 21.-25. november kl. 13.-18.

Helgi Midjord - Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
20
/
11
kl.
13:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Helgi Midjord - Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Thursday
20
/
11
-
2025
kl.
13:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk