Helen og Elisabeth í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadagin 8. mai letur upp ein spennandi og fjølbroytt málningaframsýning við Helen á Lakjuni og Elisabeth á Bakka.

Tær báðar hava ríkt hugflog og gott handalag, og á framsýningini verða litføgur og fjølbroytt motiv at síggja. Hjá teimum er altíð okkurt nýtt og inspirerandi at uppliva.

Framsýningin er í Smiðjuni í Lítluvík, og øll, ið hava áhuga fyri list og kreativiteti, eru hjartaliga vælkomin.

Fernisering verður fríggjadagin 8. mai kl. 16.30–19.00.

Til ferniseringina fer DJ Michael Antony at spæla tónleik, og vit bjóða eisini okkurt gott til góman.

Framsýningin heldur fram frá leygardegi 9. mai til týsdag 12. mai.

Opið er allar dagar kl. 13.00–19.00.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Helen og Elisabeth í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
08
/
05
kl.
16:30
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Helen og Elisabeth í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Friday
08
/
05
-
2026
kl.
16:30
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk