.png)
Heidi Vágsá – ein framsýning um ljós, styrki og at finna seg sjálva aftur
Fríggjadagin 19. juni kl. 19.00 letur ein serlig listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Listakvinnan Heidi Vágsá bjóðar til sína fyrstu soloframsýning undir heitinum “Kvinnulist – og sólin sær”, har yvir 50 listarverk verða sýnd fram.
Framsýningin er ein ferð inn í kvinnuligar myndir, litir og kenslur – men eisini ein persónlig søga um at finna aftur til tað kreativa, tá lívið hevur verið tungt.
“Hetta er mín fyrsta soloframsýning, og tað kennist stórt. Eg eri bæði spent og rørd,” sigur Heidi Vágsá. “Tá alt var torført, fann eg pensilin fram aftur. Listin bleiv eitt stað, har eg kundi anda og finna ljós mitt í myrkrinum.”
Á niðaru hædd møta vit kvinnum í ymiskum skapum og úttrykkum – litríkar, sterkar og livandi. Á loftinum møta vit einum øðrum heimi við øðrum motivum og hugløgum, sum geva framsýningini dýpd og kontrast.
Skráin fyri kvøldið:
- Hans Jakup Nystrøm framførir nøkur løg
- Listakvinnan sigur nøkur orð um sína list og ferð
- Kaffi, te, boblur og okkurt gott til góman verður at fáa
Tú ert hjartaliga vælkomin at taka onkran við og uppliva framsýningina saman við øðrum.
Opið verður:
Fríggjadag 19.06 – kl. 19.00–23.00
Leygardag 20.06 – kl. 11.00–19.00
Sunnudag 21.06 – kl. 12.00–19.00
Mánadag 22.06 – kl. 11.00–19.00
Týsdag 23.06 – kl. 11.00–19.00 (keypt listarverk verða avheintað hendan dagin)

