Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík

Vit vilja fegin bjóða til eina serstaka framsýning við frálíkum listaverkum eftir Hanne Jette Guttesen.

Hanne Jette fer at hátíðarhalda 50 ár við íblástri frá vakra landinum, Føroyar. Eitt stað, sum hon fyrstu ferð vitjaði sum nýforlovað við føroyskum maka. Tað var her, at hon møtti familjuni hjá manninum - og hon bleiv beinanvegin forelskað í bæði føroyingum og landinum.

Síðani hevur Hanne Jette mangan vitjað oyggjarnar og fangað teirra bergtakandi vakurleika gjøgnum skitsur, fotografi og onnur listaverk. Hóast hennara mongu vitjanir ígjøgnum fimm áratíggju, so finnur hon enn nýggj motiv, ið bjóða av og geva íblástur. Frá serstaka føroyska ljósinum og landslagnum til tey sjarmerandi húsini - somuleiðis vitna verkini um ein djúpan kærleika og forstáilsi fyri okkara vakra landi.

Framsýningin fevnir um eina røð av verkum, ið umboða hennara upplivingar í Føroyum seinastu 50 árini. Tað verður ein ferð gjøgnum hennara eygu, hjarta og hendur, sum gevur okkum møguleikan at uppliva Føroyar á ein nýggjan og fangandi hátt.

Vit vóna, at tú vilt hátíðarhalda 50-ára longu ferðina hjá Honnu Jette saman við okkum.

Framsýningin hevur opið soleiðis:
- Hósdag 27/6, kl. 15.00-18.00
- Fríggjadag 28/6, kl. 11.00-17.00
- Leygardag 29/6, kl. 11.00-18.00
- Sunnudag 30/6, kl. 11.00-18.00
- Mánadag 1/6, kl. 11.00-18.00
- Týsdag 2/6, kl. 11.00-18.00
- Mikudag 3/6, kl. 11:00 - 16:00

Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
27
/
06
kl.
15:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Thursday
27
/
06
-
2024
kl.
15:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk