Fáir bólkar í Føroyum munnu verða betri samanspældir enn GØ. Bólkurin bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini, tá teir skriva og spæla tónleik; alt er loyvt í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.

Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival har bólkurin megnaði at bergtaka íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise.

2024 var haraftrat eitt serstakt ár fyri GØ, har teir góvu út plátuna Ævir, Amen. Stakløgini Loysing í Dós, VinstraHøgra og Ivi á Tinganesi hava verið nógv spæld í útvarpinum her í Føroyum, umframt á útvarpsrásum í Frankaríki og Italia. Samstundis hevur “Ævir, Amen” við sínum sociopolitiska boðskapi verið umrødd í alskyns miðlum í Evropa, har hon hevur fingið sera góð skoðsmál. Ævir, Amen vann eisini virðislønina "Ársins serútgáva" á FMA 2025.

GØ megnar altíð at taka fjøldina á bóli við fangandi løgum, ómakaleysum samanspæli og einari spæligleði sum smittar.

Her er eisini eitt sitat frá Jazzwise: "Influenced by everyone and no-one, boundary-resistant and great fun, GØ deserve to be huge, and quite frankly, blow most of the currently fashionable UK acts out of the water." (Jazzwise.com)

Keyp atgongumerki HER

Stuðlar
Tórshavnar kommuna
Almanna- og mentamálaráðið
KODA-Føroyar Grunnurin
Virka

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
04
/
07
kl.
22:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Nær
Friday
04
/
07
-
2025
kl.
22:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk