Gloymdu børnini í Gaza – fyrilestur við Mimi Syed

Samhugi við Palestina bjóðar øllum til áhugaverdan fyrilestur við Dr. Mimi Syed, hósdagin 31. juli frá kl. 19 til uml. 21 í Auluni í Finsen.

Dr. Mimi Syed er ein amerikanskur lækni, sum tvær ferðir hevur arbeitt sjálvboðin í Gazageiranum í ein mánaða hvørja ferð. Eftir vitjanina í Føroyum fer hon aftur til Gaza fyri triðju ferð.

Ísraelskar herdeildir hava dripið minst 20.000 børn síðan oktober 2023, harav tey flestu eru deyð í tilvildarligum bumbuálopum. Serliga ørkymlandi eru deyðsføll av børnum við skotsárum, ofta í høvdið. Mimi Syed fer at siga frá sínum upplivingum sum humaniterur lækni í Gaza og gevur okkum innlit í tann harðliga og ótolandi veruleikan, sum børnini í Gaza uppliva. Ein veruleiki, ið vesturlendskir miðlar oftani royna at tiga burtur, og sum okkara politikarar ikki vilja fyrihalda seg til.

Fyrilesturin verður stuðlaður við video- og myndatilfari. Vit ávara um, at summi myndbrot kunnu vera ógvuslig.

Atgongd er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og te verða at fáa.

Eftir fyrilesturin verður møguleiki at seta spurningar.

‍

Gloymdu børnini í Gaza – fyrilestur við Mimi Syed

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
31
/
07
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Gloymdu børnini í Gaza – fyrilestur við Mimi Syed

Nær
Thursday
31
/
07
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk