Gentuvesið LIVE

Tórsgøta vil eisini feiðra kvinnurnar. Tær, sum ganga á odda. Tær, sum tora. Tær, sum arbeiða hart. Og tær, sum bara eru akkurát sum tær eru. Tí vit halda, at allar kvinnur skulu feiðrast.

Rannvør og Annika eru sjálvandi vertir – vælupplagdar sum altíð, við humor, nærveru og tí góða flowinum, sum ger, at tað beinanvegin følist fjálgt og heimligt.

Á pallinum hitta vit tríggjar kvinnur, sum hvør í sínum lagi hava víst vegin fyri aðrar kvinnur:

- Barbara Holm, blaðstjóri á Frihedsbrevet – Hon er skørp, dirvin og ikki bangin fyri at seta spurningar, sum onnur kanska ikki tora.

- Turið Arge Samuelsen, sum hevur sett síni djúpu spor í føroyskan hondbólt og víst, hvat málrættað arbeiði og vilji kunnu føra við sær.

- Steintóra Erhardsdóttir, prestur og eitt sindur av eini rockstjørnu innan fakið – gløgg, heit og ótrúliga dámlig.

Og sum um tað ikki var nokk, fáa vit eisini tónleik og látur.

Nýggja stjørnuskotið, sjarmutrøllið og energibumban Sophilia kemur at spæla nøkur løg, sum sprudla av lívi. Og the one and only Elisa Vang leverar stand up, sum nokk skal geva tær flennitár og láturkrampar.

Hetta verður eitt kvøld við góðum stemningi, ærligum práti, tónleiki og humor – og ein møguleiki at vera saman um at feiðra kvinnur og alt tað, tær eru og gera.

Gentuvesið LIVE

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
07
/
03
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Gentuvesið LIVE

Nær
Saturday
07
/
03
-
2026
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
210
kr.

Onnur tiltøk