
GAIA
Anna Marita á Rógvi skrivar egin løg við støði í persónligum søgum, kenslum og upplivingum. Hon hevur fleiri bólkalimir við sær, og saman geva tær sangunum nýtt lív við sangi, kóri ljóðførum.
Tær vóru yndisluttakarin hjá Knút Háberg Eysturstein á Sement 2026, sum segði: "Tað er ongin, sum skrivar sangir upp á hendan mátan. Eg dyrki konseptið við, at hetta er ein bólkur við góðum vinkonum."
Heilt stutt, so draga GAIA teg inn í ein annan heim. Løgini eru eru bæði original og fangandi, og tá tú fyrst hevur hoyrt løgini, so er ringt at fáa tey úr høvdinum.
Mynd: Tordis Vang Guttesen.


