Friðartiltak í Perluni: Fýra ár eftir innrásina verður kríggið framvegis merkt — eisini í Føroyum

Komandi sunnudag 22. februar klokkan 15 verður friðartiltak í Perluni í Tórshavn, júst fýra ár eftir russisku innrásina í Ukraina.

Endamálið er einfalt: at seta fokus á tørvin á friði — og menniskjaligu avleiðingarnar av einum kríggi, sum framvegis kostar lív og rekur fólk úr landinum.

Á skránni eru røður frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, Jóannesi Eidesgaard, formanni í Reyða Krossi Føroya, og Hans Andriasi Sølvará, professara í søgu. Tónleikur verður frá Steintóri Rasmussen og ukrainska tónleikaranum Sascha Shvets.

Eitt serligt innslag verður beinleiðis stroyming úr Ukraina, har føroyingurin Bjørn Kallsoy og ukrainski journalisturin Alex Zakletsky greiða frá arbeiðinum at savna pening til generatorar, bjargingarbilar og aðra neyðhjálp til frontøkið. Báðir hava verið tætt knýttir at krígnum og arbeiða nú humanitert.

Samstundis verður list til sølu á uppboðssølu. Partur av vinninginum fer til hjálpararbeiði í Ukraina og til friðararbeiði í Føroyum.

Fyrireikararnir leggja dent á, at tiltakið er politiskt og átrúnaðarliga óheft og hevur sum mál at savna fólk við ymiskum sjónarmiðum um eitt felags ynski: frið.

Kríggið í Ukraina er høvuðsevnið, men tiltakið skal eisini minna á, at ófriður og menniskjalig líðing framvegis raka fleiri øki í heiminum.

Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum.

Friðartiltak í Perluni: Fýra ár eftir innrásina verður kríggið framvegis merkt — eisini í Føroyum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
22
/
02
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Friðartiltak í Perluni: Fýra ár eftir innrásina verður kríggið framvegis merkt — eisini í Føroyum

Nær
Sunday
22
/
02
-
2026
kl.
15:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk