Frælsi at trúgva?

Hvønn týdning hevur frælsi at trúgva í okkara samfelag, og fyri okkum sum menniskju?

Hesar spurningar roynir Amnesty International Føroyar at lýsa í Perluni hóskvøldið 11. juni klokkan 19.

At trúgva tí, sum vit vilja, er ein mannarættur staðfestur í okkara grundlóg og í altjóða mannarættindasáttmálum, sum Føroyar hava bundið seg at fylgja.

Nógv verður kjakast og sagt um trúgv í løtuni í føroyska samfelagnum. Tónin er merktur av sterkum meiningum, ótta og polarisering. Tí halda vit at tørvur er á eini samrøðu um, hvat trúgv hevur at siga fyri okkum persónliga, men eisini hvat tað hevur at siga fyri okkara samfelag, tá umræður demokratiska hugsjón, persónliga frælsið og mannarættindi.

SKRÁ:

Shakeel Jamil, næstforfólk í Amnesty Føroyar- Bjóðar vælkomin og greiðir frá um mannarættindi og trúarfrælsi

Sigri M. Gaïni, Ph.d., námslektari í vísindaástøði, lívsáskoðan og siðalæru- Er nakað fólkaræði uttan trúarfrælsi?

Røddir úr ymiskum trúarsamfeløgum- Luttakarar práta um hvønn týdning og leiklut persónliga trúgv teirra hevur. Óluvá Zacariassen er orðstýrari.

Tað er arbeiðsbólkurin um trúarfrælsi - mannaður av sjálvbodnum eldsálum - sum hevur lagt tiltakið til rættis. Á tiltakinum greiða fyriskipararnir frá um arbeiðsbólkin, og hvussu tú kanst gerast partur av honum.

Frælsi at trúgva?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
11
/
06
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Frælsi at trúgva?

Nær
Thursday
11
/
06
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk