Føroyskur dansur á Reinsarínum

13. februar kl. 22:00 er høvi at uppliva føroyskan dans á Reinsarínum. Og tú ert hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Øll eru vælkomin.

Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.

Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.

Tað er felagið Tøkum lætt, sum skipar fyri, og tiltakið er ókeypis.

Føroyskur dansur á Reinsarínum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
13
/
02
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Føroyskur dansur á Reinsarínum

Nær
Friday
13
/
02
-
2026
kl.
22:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk