
Fólkatónleikur og gott lag á Reinsarínum á ólavsøku
Eftir stóra undirtøku undanfarin ár verður vælumtókta fólkatónleikatiltakið aftur á skránni á Reinsarínum á ólavsøku.
Her verður høvi at uppliva eina rúgvu av góðum føroyskum fólkatónleiki, felagssangi og ólavsøkustemningi. Dyrnar standa opnar, og øll eru hjartaliga vælkomin. Bæði tey, sum kenna hvønn sang uttanat, og tey, sum bara hava hug at njóta góða løtuna.
Á skránni eru fleiri dugnalig tónleikanøvn, sum saman fara at skapa tvey góðkvøld við góðum tónleiki, góðum lag og góðum felagsskapi.
Og tað besta av øllum? Tað er púra ókeypis at vera við.
Skráin 28. juli
- Jógvan Andrias Joensen og Edvard Nyholm Debes
- Spælifrøi
- Holgar Jacobsen
- Villu Veski og Kristian Blak
- ASA
- Sharon's Men
Skráin 29. juli
- Lív Næs & co
- ÁMIR
- Barry Nisbet og Kristian Blak
- Janus og Iðunn
- Jógvan
- Katrina Petersen & co


.jpg)