
Flákra á Reinsarínum
Skjótt fer Flákra á pall við fullum bólki og fullari skjáttu av jólaløgum. Jólini snúgva seg um at fara niður í ferð, at hyggja aftur á tíðina, ið fór og at njóta tær góðu, hugnaligu jólaløturnar. Alt hetta sleppa tit til ársins Kavaflákru konsert á Reinsarínum.
Tað eru tær báðar Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge og Tina Mellemgaard, ið eru handan bólkin Flákra, sum varð stovnaður á sumri í ár. Og við sær á pallin hava tær nakrar av Føroya fremstu tónleikarum: Ólavur Elttør á el-gittara, Árni Jóannesson á bassinum, Josh Cana á tangentunum, og Vár Miðberg á trummum.
Um konsertina siga Bjørk og Tina: "Tey, sum koma oman á Reinsaríið sunnukvøldið 20. desember kunnu vænta sær eina góða blanding av alskyns jólaløgum í spildurnýggjum hami og so sjálvandi fleiri av okkara egnu, flákrutu løgum.
Vit elska hesa høgtíðina, tá øll koma heim til Føroya at vera saman við familju og vinum, og so elska vit eisini at syngja um júst hetta; at koma heim, um at minnast til at vera góð við hvønn annan og um alt tað, sum hendir millum himmal og jørð."
Tað er Women Concert Series, sum er fyriskipari.
Tiltakið er stuðlað av Økistónum


