Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík – 7. til 11. november

Síðan mitt í 80’unum hevur Finleif Mortensen javnan sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík – og nú er hann aftur við einari nýggjari og spennandi framsýning.

Sjálvt um Finleif fyrr í ár fylti 60, heldur hann fram at endurnýggja seg og sítt listarliga mál. Hann vendir sær altíð frameftir, roynir nýggjar leiðir og skap, men uttan at missa tað, sum hevur gjørt hann til ein av mest elskaðu føroysku listamonnunum – bygdaløgini og ljósið í føroysku náttúruni.

Á framsýningini í Smiðjuni síggja vit bæði klassisku bygdalagsmálningarnar, abstrakta list og kompositiónir, har formur og skap úr náttúruni fáa nýggja meining. Eitt av høvuðsverkunum er ein stór, abstrakt nátturulýsing, sum fyllir allan endaveggin – samansett av trimum stórum løriftum.

Finleif hevur seinastu árini eisini sýnt fram í Danmark og Íslandi. Fyrst í ár hevði hann eina stóra framsýning á Kunstbygningen Filosoffen í Odense.

Fernisering:
Fríggjadagin 7. november kl. 16.00–19.00

Opið:
Gerðandisdagar kl. 11.00–19.00
Sunnudag kl. 13.00–18.00

Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík – 7. til 11. november

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
07
/
11
kl.
16:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík – 7. til 11. november

Nær
Friday
07
/
11
-
2025
kl.
16:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk