
Filmstingið v/ Jón Hammer, Rakul Ró S., Niels Johan S. og Sølva Hoydal
Á Filmstinginum umrøða, tingast og kjakast vit um filmslist, mentan og vinnu. Eitt fakligt forum, har mann skapar sambond og finnur samstarvsfelagar.
Á skránni í juni verða hesi:
Jón Hammer, framleiðari:
Jón Hammer úr Outlier Projects hevur samframleitt fleiri stórar filmsframleiðslur. Hann fer at greiða frá sínum royndum, vísa dømi og fortelja um tilgongdina, tá ið mann samframleiðir.
Sølvi Næs Hoydal,
Sølvi Næs Hoydal, sum lesur BA í filmsgerð á Listaháskóla Íslands, fer at geva innlit í lestrartíðini í Reykjavík og teimum møguleikum, ið útbúgvingin gevur.
Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Johan Sigurðsson
Rakul Ró og Niels Johan úr UFO fara at greiða frá upplivingunum á North Atlantic Story Circle í Reykjavík. Harumframt fara tey at koma inn á luttøkuni á Stock Film Festival og teimum sonevndu “industry-døgunum” har.
Filmstingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. Vit tingast um alt millum himmal og jørð, sum hevur við film at gera.
Setið kross í kalendaran 18. juni kl. 19.30.
Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.☕️
HVAR: Í Perluni, Tórsgøta í Havn
NÆR: Hóskvøldið 18. juni kl. 19.30-21.00
Fyriskiparar eru Filmshúsið og Klippfisk
Øll eru hjartaliga vælkomin.

.png)
-p-1600.jpg)