FILMSTINGIÐ

Á Filmstinginum umrøða, tingast og kjakast vit um filmslist, mentan og vinnu - eitt fakligt forum, har fólk fáa sambond og samstarvsfelagar.

Á skránni verður:
- Thomas Koba og Kim Simonsen: Stuttfilmurin “Áin” er ein listafilmur, sum Thomas Koba hevur leikstjórnað. Filmurin byggir á yrkingar hjá rithøvundanum Kim Simonsen. Áin er ein av filmunum, sum vórðu tilnevndir stuttfilmsvirðislønina á Geytanum í 2026. Vit fara at hoyra nærri um, hvussu verkætlanin samantvinnar tónleik, visuella list og upplestur.. Teir greiða eisini frá tilgongdini, og hvussu útbreiðslan av stuttfilminum hevur gingið.

Heðin Ziska Davidsen er tónasmiður, og Michael Koba er framleiðari.

- Gudmund Helmsdal: Whistler er enska heitið á nýggja horrorfilminum, sum Gudmund Helmsdal hevur skrivað og Outlier Projects framleiðir. Whistler er ein ambitiøs verkætlan, og Gudmund og Jón Hammer eru júst afturkomnir úr Helsinki, har teir hava pitchað verkætlanina.

Gudmund fer at greiða nærri frá tilgongdini og teirra pitching í Helsinki og Suðurkorea. Eisini greiða teir frá, hvat næsta stigið er.

- Filmsgrunnurin: 1. uppskot til fíggjarlógina 2027 verður almannakunngjørt dagin fyri Filmstingið. Sig tína hugsan um játtanina til filmsgrunnin.

Setið kross í kalendaran 1. oktober kl. 19.30 í Perluni í Tórsgøtu. Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða kaffi og te.

FILMSTINGIÐ

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
01
/
10
kl.
19:30
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

FILMSTINGIÐ

Nær
Thursday
01
/
10
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk