Fá eina fíggjarliga góða byrjan sum foreldur

Millum blæur, suttur og rúsin av kærleika bjóða vit tær til eina hugnaliga løtu, har tú fært íblástur og kunning um tær fíggjarligu broytingarnar, sum fylgja við, tá tú gerst foreldur.

Vit fara at tosa um

  • broytingar í fíggjarstøðuni
  • barnauppsparing
  • persónstryggingar og arv.

Ein ráðgevi frá Betri Banka greiðir frá, og eisini luttekur annaðhvørt ergoterapeutur, fysioterapeutur og námsfrøðingur, sum gevur góð ráð og íblástur til sansir og motorikk.

Vit bjóða tær ein góðan morgunmat, og barn títt fær eina fitta náttlampu.

Hitt okkum kring landið mánadagin 4. mars til og við fríggjadagin 8. mars.

Niðanfyri sæst skráin fyri vikuna, og tú kanst melda tykkum til.

Skrá

Frá klokkan 10 bjóða vit ein góðan morgunmatarplatt frá Umami.

Klokkan 10:20 greiður Eyðvør W. Samuelsen frá Betri Banka frá broytingum í fíggjarstøðuni, tá ið tú gerst foreldur, barnauppsparing og arv.

Klokkan 10:40 greiður Hallgerð Bjartalíð frá FYSIO frá rørslu millum foreldur og børn.

Vit gleða okkum at síggja teg.

Minst til at melda til niðast á síðuni.

Fá eina fíggjarliga góða byrjan sum foreldur

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
06
/
03
kl.
10:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Fá eina fíggjarliga góða byrjan sum foreldur

Nær
Wednesday
06
/
03
-
2024
kl.
10:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk