Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?

Á Femifagnaðinum 2026 bjóðar Javnstøðunevndin øllum í Perluna til eitt spennandi kvøld við framløgu, sofaprát og kjaki um kvinnurørsluna í dag.

Vit seta sjóneykuna á kvinnustríðið í Føroyum við íblástri úr Íslandi, har kvinnur hava víst, hvussu nógv samhald kann flyta. Spurningurin er: Er kvinnurørslan í Føroyum í dvala, ella er hon í broyting?

Tiltakið verður hóskvøldið 5. mars kl. 19–21. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Serligur gestur er íslendska Fríða Rós Valdimarsdóttir, sum í nógv ár hevur verið ein týðandi rødd í kvinnurørsluni í Íslandi og m.a. samskipað landsfevnandi kvinnuverkfall.

Eisini verður tónleikur og okkurt gott til góman.

Óluva Zachariasen er orðstýrari á kvøldinum.


Skrá:
19.00
Javnstøðunevndin bjóðar vælkomin
19.10 Kvinnuverkføll í Íslandi, kvinnurørslan og samhaldsfesti– Fríða Rós Valdimarsdóttir(Framløgan verður á enskum)
19.40
“Tá Ísland legðist lamið”Hvønn týdning fekk kvinnuverkfallið í 1975 — og ávirkaði tað Føroyar?– Sofaprát við Hildur Patursson og Fríðu Rós Valdimarsdóttir
20.00
Steðgur við livandi tónleiki
20.10
Er kvinnurørslan í dvala — ella í broyting?– Pallborðskjak viðRunu Preeti Ísfeld,Bjørg Brynhildardóttir Egholm,Turið Debes Hentze,Tóru Effersøe Mortensenog Gunnhild Dahl Niclasen

Kom og ver við , tá vit seta orð á nakað, sum viðvíkur okkum øllum. Tak endiliga ein vin við — hetta verður bæði áhugavert, spennandi og tankavekjandi.

Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
05
/
03
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Er kvinnurørslan í dvala - ella í broyting?

Nær
Thursday
05
/
03
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk