
Elisabeth við Reiðlið í Smiðjuni í Lítluvík
Leygardagin 18. oktober kl. 13.00 letur ein nýggj og spennandi listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Tað er Elisabeth við Reiðlið, sum sýnir fram verk síni. Ein framsýning merkt av vøkrum litspæli.
Framsýningin hevur opið:
- Leygardagin 18. oktober kl. 13–17
- Sunnudagin 19. oktober kl. 13–17
- Mánadagin 20. oktober kl. 13–17
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja og uppliva listina í heitu og hugnaligu umstøðunum í Smiðjuni í Lítluvík.