Eingi jól uttan jólasoul

Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tær framføra egnar útsetingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norðurlendskum og enskum, útseta tónleikin, týða tekstir, og gera egnar kórútsetingar.

Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth), Vinjar Egilsnes Petersen (klaver, synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftaná hvørja konsert hevur verið, at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.

"Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki." - Svanna Jákupsdóttir

Ummæli av Jólasoul plátuni:

"Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum." - Birgir Kruse

Eingi jól uttan jólasoul

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
19
/
12
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
289
kr.

Eingi jól uttan jólasoul

Nær
Friday
19
/
12
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
289
kr.

Onnur tiltøk