Edith Mørkøre í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadagin 5. desembur kl.16.00 letur framsýningin “Skiftir” við Edith Mørkøre upp í Smiðjuni í Lítluvík. Borðreitt verður við góðum til góman - og øll eru vælkomin.

Framsýningin fevnir um málningalist og grafikk.  

Edith sigur soleiðis um framsýningina:

“Eg finni íblástur til mítt listarliga arbeiði í føroysku náttúruni, í fólkinum, sum her býr, í vøkstrinum, í fuglalívinum, í strukturunum í náttúruni, í skiftandi veðurlagnum og í gerandisdegnum.”

“Framsýningin hevur heildarheitið “Skiftir”.
Íblásturin stavar frá skiftum í mínum egna lívi, skiftum, sum fólk rundan um meg uppliva, skiftum í náttúruni og skiftum úti í heimi.

Um listakvinnuna:

Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv.

Hon hevur við jøvnum millumbili listaframsýningar her heima og uttanlands.

Eitt nú er Edith í løtuni við á stóru føroysku grafikkframsýningin hjá ListGraFo í Grafiska Sällskapet í Stockholm. Fleiri spennandi framsýningar vera uttanlands komandi árið.

Er limur í Fyns Grafiske Værksted, ListGraFo og er í nevndini fyri ListGraFo.

Soleiðis er opið frá 5. til 9. desembur:    
Fríggjadag  kl 16.00 til kl 19.00 - Fernisering
Leygardag   kl 12.00 til kl 17.00
Sunnudag   kl 14.00 til kl 17.00
Mánadag     kl 12.00 til kl 17.00
Týsdag        kl 12.00 til kl 17.00

Edith Mørkøre í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
05
/
12
kl.
16:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Edith Mørkøre í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Friday
05
/
12
-
2025
kl.
16:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk